Ólavur ríður eftir bjøgunum fram Kol og smiður við Fann hann upp á eitt álvarann Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig
Út tá kom eitt tað álvafljóð, Kol og smiður við Flættað hár á herðar dró Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig
"Ver vælkomin, harra Riddararós, Kol og smiður við Kom og dans og kvøð fyri oss"
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv, Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv, Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig
("Eg kann ikki meira hjá álvum vera, í morgin lati eg mítt brúdleyp gera")
"Vilt tú ikki meira hjá álvum vera, Kol og smiður við Sjúkan skal eg títt brúdleyp gera"
"Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, Kol og smiður vid Enn eg vil sjey vetur liggja á strá." Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig
Hon skonkti honum í drykkjuhorn Kol og smiður við Har fór í tað eitukorn Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á golv Dansið lystillig